Átrúnaður

Christmas Child: Skógvaeskjurnar 2026

Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur til børn kring heimin.

Eins og undanfarin ár, so samstarva vit í Føroyum við Christmas Child í Onglandi, og haðani hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða senda til Ukraina. Vón okkara er, at føroyingar í ár eins og undanfarin ár taka væl undir við hesum arbeiði.

Seinasti dagur at savna eskjur inn er 25. oktober 2026

Gevið gætur, at eingin sápa skal í eskjurnar – hvørki flótandi ella sápustykki. Ansið eftir, at pengarnir eru tiknir úr, og at einki er í, sum verður frámælt. Upplýsingar um hetta eru í faldaranum og á heimasíðuni.

Í ár verða skógvaeskjurnar sendar til Ukraina. Vón okkara er, at føroyingar í ár eins og undanfarin ár taka væl undir við hesum arbeiði.