Samfelag

Danmark: Ung brúka fleiri enn seks tímar um dagin framman fyri einum skíggja

Meira enn fjórði hvør ungur undir 30 ár brúkar dagliga yvir seks tímar framman fyri einum skíggja í frítíðini.

Serliga hjá teimum ungu er skíggjanýtslan stór. Ein nýggj kanning frá Danmarks Statistik vísir, at 27 prosent av teimum 15–19 ára gomlu brúka meira enn seks tímar um dagin framman fyri einum skíggja.

Hjá teimum 20–29 ára gomlu er talið 28 prosent.

Til samanberingar brúka 16 prosent av øllum millum 15 og 89 ár meira enn seks tímar um dagin framman fyri skíggja.

Minni frítíð og minni svøvnur

Stóra skíggjanýtslan hevur eisini avleiðingar. 46 prosent siga, at tey hava upplivað minst eina neiliga avleiðing vegna skíggjanýtslu.

29 prosent siga, at tey hava forsømt frítíðarítriv fyri at vera framman fyri skíggjan, meðan ein fjórðingur sigur, at tey sova minni vegna skíggjanýtslu.

Serliga ungar kvinnur eru raktar. Hjá kvinnum millum 20 og 29 ár, siga meira enn helvtin, at tær hava forsømt frítíðarítriv vegna skíggjanýtslu.

Kanningin byggir á 3.876 samrøður, sum vórðu gjørdar frá apríl til juni.