Samfelag

FM á langteini í súkkling í dag, 5. sep.

Í dag 5. septembur verða nógvar súkklur á vegnum á Skálafjørðinum. Vinaliga taki fyrilit fyri hesum, og koyri varliga. 

Súkklað verður mitt av Skála suður gjøgnum bygdina og Innan Glyvur, síða norðureftir og inn í Skálafjørð, út eftir eystara armi og allanvegin til Rituvíkar, har frá runt Agnið heim á Toftir, niður í Eysturoyartunnilin og upp á Strondum, ein túr út eftir Strandavegi, niðan í bygdina og síðan inn aftur á Skála. Fyri opna bólkin verður hetta gjørt tvær ferðir, áðrenn enda verður aftur á Skála.

BYRJAÐ VERÐUR:                 Kl. 10:00 við stóra parkeringsplássið omanfyri MEST og EL-Service á Skála.

ENDAÐ VERÐUR:                   Síðsti luttakarin væntast á mál uml. kl. 15.00

KAPPINGARHÁTTUR:            Kappingin verður skipað við felags starti.