Samfelag

Formansskapurin í Útnorðurráðnum á fundi við ES-nevnd í Brússel

Mikudagin 24. juni var formansskapurin í Útnorðurráðnum á fundi við DEEA-nevndina hjá ES.

DEEA stendur fyri Delegation of the European Economic Area. DEEA-nevndin samstarvar við øki, ið ikki eru partur av ES, harundir Ísland, Grønland og Føroyar.

Síðan 2008 hevur Útnorðurráðið havt samstarv við DEEA-nevndina hjá ES. Partarnir hittast eina ferð um árið í einum av londunum, og hesa ferð varð fundurin hildin í Brússel.

Í ár varð serligur dentur lagdur á núverandi geopolitisku støðuna í útnorðri og Arktis og á, hvørja ávirkan hon hevur á Grønland, Ísland og Føroyar, umframt á trygdarviðurskiftini í útnorðri. Eisini varð kjakast um leiklutirnar hjá NATO og ES í hesum sambandi.

Útnorðurráðið nýtti eisini høvið at hitta íslendsku, grønlendsku og føroysku sendifólkini til ES á føroysku sendistovuni í Brússel til ein kunnandi fund um virksemið á sendistovunum og um viðurskiftini millum ES og londini í útnorðri, harundir týdningin av einum styrktum sambandi millum partarnar.

Útnorðurráðið og DEEA-nevndin hittast næstu ferð í Grønlandi í 2027.