Átrúnaður

Gamla Norröna vitjar aftur – hesaferð sum Logos Hope

Skjótt verður eitt kent “andlit” at síggja aftur í føroyskum havnum. Logos Hope, skipið, sum í nógv ár sigldi undir navninum Norröna millum Føroyar og umheimin, leggur í næstum at í Føroyum. Fyrst í Havn og síðani í Klaksvík.

Hjá mongum føroyingum er talan um eina serliga vitjan, tí skipið vekir minnir um ferðaløg, heimkomur og eitt týdningarmikið tíðarskeið í føroyskari samferðslusøgu. Men hesaferð er endamálið eitt annað. Logos Hope kemur við eini fjølbroyttari skrá, sum fer at fevna um bæði andalig tiltøk, meinigheits/samkomulív og almennar vitjanir.

Fjølbroytt lív umborð

Umborð verður nógv á skránni. Skipið verður karmur um verkstovur við ymiskum andaligum evnum, og skúlaflokkar fáa høvi at vitja og uppliva skipið. Eisini verða bókasølan og kaféin opin, sum gestir kunnu vitja.

Harumframt verður skipað fyri einum serligum hjúnakvøldi, og sunnumorgnarnar verða gudstænastur umborð.

Tiltøk kring landið

Vitjanin verður tó ikki bert umborð. Toymi frá Logos Hope fara eisini í land og vitja meinigheitir/samkomur kring landið, har tey luttaka á møtum og øðrum tiltøkum.

Arbeitt verður harumframt við at samskipa fleiri tiltøk á landi í sambandi við vitjanina, so Logos Hope ikki bara verður at síggja í havnunum, men eisini verður partur av lívinum kring landið.

Tryggja tær pláss í góðari tíð

Fleiri av tiltøkunum hava avmarkað pláss. Tí er tað eitt hugskot at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð – eisini tá ið tiltakið er ókeypis.

Á tiltok.om.fo ber til at síggja alla skránna, lesa meira um tey einstøku tiltøkini og skráseta seg.

Sí alla skránna og tryggja tær pláss á: tiltok.om.fo

.