Granskarar hava funnið ein tunnil, sum er umrøddur í Gamla Testamenti
Í øldir hava bíbliugranskarar og atfinningarsamar røddir ivast í frásøgnini í Bíbliuni um, at Hizkia kongur bygdi vatnsskipanina í Jerusalem, veruliga var ein sonn frásøgn.
Men so funnu jarðfrøðingar ein tunnil – høgdan inn í bergið og meira enn 500 metrar langur – undir Jerusalem. Í tunlinum var ein innskrift á fornhebraiskum, sum greiddi frá, hvussu arbeiðsmenn høgdu seg gjøgnum bergið frá báðum síðum, til teir møttust mitt í tunlinum.
Vísindaligar aldursgreiningar vísa, at tunnilin stavar frá somu tíð, sum frásøgnin í Bíbliuni. Hann samsvarar eisini við vatnsskipanina, sum verður umrødd í 2. Kongabók 20,20: „Tað, ið meira er at siga um Hizkia og øll roysnisverk hansara, hvussu hann gjørdi tjørnina og vatnstokkin og leiddi vatnið inn í borgina, tað er jú ritað í árbókum Júda konga.“
Bíblian umrøddi ein fornaldarligan tunnil undir Jerusalem – og meira enn 2.000 ár seinni varð hann funnin júst har, sum frásøgnin í Bíbliuni segði, at hann skuldi vera.

