Hundraðtals flóttafólk steðgað við Ceuta
Marokko og Spania hava hert trygdina.
Tveir vikur eftir, at minst 60.000 flóttafólk tóku seg inn í Ceuta eftir einum degi, er trygdin herd munandi í spanska økinum.
Ceuta liggur heilt norðuri í Norðurafrika og hevur mark við Marokko.
Løgregla og herur hava styrkt vaktarhaldið, eftir tíðindi á sosialu miðlum um eina nýggja innrás.
Spania hevur sent 3.600 løgreglufólk og hermenn til økið, skrivar El País.
Løgreglufólk hava fingið boð um at arbeiða dupultskift, og frítíð hjá tjóðarverjuni og herinum eru avlýstar, skrivar blaðið.
Marokko upplýsti náttina til leygardagin, at tey fylgja støðuni neyvt, og at hermenn eru sendir til økið, fyri at styrkja vaktarhaldið.
Leygardagin fyrrapart upplýstu marokkanskar trygdardeildir, at hundraðtals fólk eru steðgað í einum fjallalendi í útsynning úr Ceuta, skrivar El Mundo.
Eftirlitið í marknaðarøkinum varð hert leygarmorgunin, bæði á landi og sjógvi, har skjótgangandi bátar og dronur hjá marokkanska flotanum vórðu brúkt, skrivar spanska blaðið.
Mynd: Antonio Sempere / AP / NTB
.

