Politikkur

Ísland mótmælir Trump-korti: Amerikanski sendiharrin kallaður á fund

Ein mynd, sum Donald Trump hevur lagt út á sosiala miðlinum Truth Social, hevur vakt stóran ans í Íslandi. Á kortinum verða Ísland og fleiri onnur lond víst sum partur av USA.

Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, hevur tí kallað amerikanska sendiharran í Reykjavík á fund. Har gjørdi íslendska stjórnin greitt, at hon metir framferðina hjá amerikanska forsetanum sum óhóskandi.

Trump hevur seinastu tíðina fleiri ferðir víst áhuga fyri Grønlandi. Í fleiri av hansara uppsløgum hevur Grønland verið víst saman við amerikonskum fløggum og øðrum amerikonskum ímyndum.

Nýggja kortið er gjørt á sama hátt og vísir amerikanska flaggið lagt oman yvir fleiri lond og øki, teirra millum Grønland, Kanada, Meksiko, Kuba og Ísland.

Mette Frederiksen: Grønland velur sjálvt

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur eisini gjørt viðmerkingar til nýggja Trump-uppslagið.

Hon leggur dent á, at tað er grønlendska fólkið sjálvt, sum skal avgera, hvør framtíð Grønlands verður.

– Tað er grønlendingar, sum avgera sína framtíð, er boðskapurin frá danska forsætisráðharranum.