Politikkur

Ísrael: Netanyahu fekk ávaring um Hamas áðrenn 7. oktober

Ein nýggj grein í ísraelska miðlinum Haaretz setir spurningar við, hvat ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu visti um Hamas-álopið 7. oktober 2023.

Sambært greinini fekk Netanyahu umleið tíggju dagar áðrenn álopið eina ávaring frá forsetanum í Sameindu Arabisku Emiratunum, Mohammed bin Zayed. Hann skal hava sagt, at Hamas fyrireikaði eitt stórt álop, og at Ísrael átti at vera fyrireikað.

Men sambært Haaretz varð boðskapurin ikki borin víðari til ísraelsku trygdartænasturnar.

Upplýsingarnar byggja millum annað á samrøður við ísraelskar og útlendskar keldur. Ein palestinskur ráðgevi hjá emiratiska forsetanum skal hava fingið upplýsingarnar frá einum persóni, sum hevði samband við Hamas-leiðaran Yahya Sinwar.

Greinin vísir eisini á, at Egyptaland um somu tíð skal hava ávarað Ísrael um, at eitthvørt var í umbúna.

Stríð um sannleikan

Skrivstovan hjá Netanyahu avvísir søguna og kallar hana ósanna. Andstøðuleiðarar í Ísrael halda hinvegin fast um, at hon eigur at verða tikin í álvara.

Kjakast verður eisini um, hvat Netanyahu gjørdi sjálvan morgunin 7. oktober. Sambært ísraelskum miðlum varð hann vaktur klokkan 6.29, men hann fór ikki frá húsum fyrr enn umleið tveir tímar seinni. Full hernaðartilbúgving varð, sambært upplýsingum, ikki givin fyrr enn klokkan 9.55.

Hetta kann fáa stóran týdning politiskt. Spurningurin um, hvør visti hvat – og nær – undan 7. oktober, er vorðin ein av teimum mest umstríddu spurningunum í Ísrael, og Netanyahu er undir vaksandi trýsti, skriva fleiri keldur.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo