Samfelag

Lóg um leigustuðul lýst

Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026.

Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur.

Útgjald verður í fyrsta lagi mánan eftir at umsóknin er móttikin á Alnannaverkinum.

Húski, sum býr til leigu sambært leigulógini í sjálvstøðugari íbúð við egnum køki, og sum ikki eigur aðra fastogn, ið kann nýtast sum bústaður, kann hava rætt til leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul.

Húski, ið leigar frá einum ella báðum foreldrum ella verja, hava ikki rætt til leigustuðul.

Persónur, sum leigar bústað, sum kemur undir kapittul 6 í almannalógini, hevur ikki rætt til leigustuðul.