Átrúnaður

Logos Hope í Føroyum

Fylg við her og skráset teg til tiltøkini hjá Logos Hope.

Sum flestu kunnugt vitjar skipið “Logos Hope” í Føroyum 27. august til 7. septembur 2026.

Her kanst tú fylgja við og skráseta teg til tey mongu tiltøkini.

Trýst her…


Hvat er Logos Hope?

Logos Hope er heimsins størsti flótandi bókahandil og eitt heilt serstakt missiónsskip, sum OM (Operation Mobilisation) eigur og rekur.

Skipið er ein flótandi pallur fyri vitan, mentan, praktiskari hjálp, vón og trúgv

Umborð á Logos Hope eru øll vælkomin – uttan mun til bakgrund, lívsáskoðan ella aldur.

Hvat er endamálið hjá Logos Hope?
Logos Hope siglir úr havn í havn við einum greiðum endamáli: at luta vitan, hjálp og vón til allan heimin. Hetta hendir millum annað við at:

gera bøkur lættari atkomuligar fyri øll – tær verða seldar sera bíliga
stuðla og styrkja lokalsamfeløgini
eggja til útbúgving og persónliga førleikamenning
luta kristna boðskapin við hjálpararbeiði og við orðum
Skipið vitjar ofta smærri lond, oyggjasamfeløg og øki, har slíkir møguleikar annars eru avmarkaðir – men eisini størri býir, har nógv leingjast eftir meining og felagsskapi.

Les meira um Logos Hope her.