Samfelag

Meðan vit bíða eftir klokkuni

Mikukvøldið 12. august 2026 umleið kl. 18:54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum.

Skýloftið oman fyri okkum hevur ikki verið til vildar higartil, at vit fara at síggja nakað serligt. Samdrigið og regn ella ælaveður.

Veðrið er batnað seinnapartin. Longri og longri millum ælini – til endans turt. Sambært trimum modellum, sum eru at síggja heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya, fer skýloftið eisini at lætna eitt sindur. Tó vísir einki av teimum klárt loft og sól, men glottar upp ígjøgnum skýlagið undan suðurættini.

Fyri at síggja modellini, fari inn á vedur.fo og skrolli niður til kort. Har kann veljast millum DMI og tvey hjá Veðurstovuni (VSF 2,5 km og VSF 0,5 km)

Bestu ráðini eru at fylgja við veðrinum, hvussu tað broytist. Á faroeislandslive.com ber til at fylgja við myndum kring alt landið, hvar tað klárnar. Flestu okkara hava møguleikan at koyra ein tíma ella meir til tað rætta staðið. Fari inn á faroeislands.com og trýsti á Feed, sum er beint niðriundir Føroyarkortinum. So síggja tit nógvar myndir ísenn.

Vit vóna tað besta.

Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking fer at verða eina løtu áðrenn klokkan 18. Onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina. Eisini teir hava avbjóðingar við sýninum í morgun. Tá ið vit tosaðu við skiparan í morgun, lá mjørkin tættur heilt niður á sjógv. Sýnið bert 100-200 metrar. Hann sendi okkum myndina niðanfyri.

Á Viðareiði er nógv ljósari í morgum, sum eisini myndin vísir. Men, men – alt hongur enn í óvissuni, men tað verður umhugsað at flyta tiltak Veðurstaðarinnar til Viðareiðis, sum líkindini er nú.

Vit fylgja við og gera møguleigar broytingar. Meir fæst at vita á heimasíðunum hjá Veðurstøðuni.

LIVE stroyming av sólarmyrkingini kring heimin.

Myndin: Viðarieiði í morgun.
Kelda: Veðurstova Føroya

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo