Nýggir flokkar royna at vinna sær pláss í ísraelska tjóðartinginum
Nógvir nýggir politiskir flokkar eru komnir á breddan í Ísrael undan tjóðartingsvalinum 27. oktober. Men nógv bendir á, at fleiri teirra ikki fara at stilla upp einsamallir.
Flokkarnir hava freist til 9. september at gera av, hvørji valevni skulu standa ovast á listunum. Fær ein flokkur til dømis sjey tingsessir, eru tað tey sjey ovastu nøvnini á listanum, sum verða vald.
Ein røð av nýggjum flokkum roynir at leggja seg í miðjuna í ísraelskum politikki. Teir vilja hava eina breiða sionistiska stjórn, sum hvørki er bundin at ultraortodoksu flokkunum ella vinstrasinnaða flokkinum Demokratar. Heldur ikki vilja teir vera bundnir at teimum arabisku flokkunum.
Millum nýggju flokkarnar eru Zionist Home, Unity, Brave Israel og Israel First. Eisini fyrrverandi generalurin Ofer Winter hevur boðað frá, at hann ætlar at stovna ein nýggjan flokk. Tað verður eisini mett møguligt, at nakrir av nýggju flokkunum leggja saman fyri at fáa nóg mikið av atkvøðum til at koma inn á ting.
Í Ísrael er tinggáttin 3,25 prosent. Sambært nýggjum veljarakanningum standa flestu av nýggju flokkunum tó ikki til at fáa nóg nógvar atkvøður.
Ein kelda í andstøðuni sigur við The Times of Israel, at flestu – um ikki allir – av teimum nýggju flokkunum helst verða tiknir upp í aðrar flokkar áðrenn freistina 9. september. Samstundis verður mett, at tað er órealistiskt at skipa eina nýggja stjórn uttan stuðul frá annaðhvørt Demokratunum ella teimum ultraortodoksu flokkunum.
Eisenkot stendur sterkast
Veljarakanningarnar vísa, at flokkurin hjá Gadi Eisenkots, Yashar, í løtuni er størstur og stendur til 23–24 tingsessir. Likud, flokkurin hjá Benjamin Netanyahu forsætisráðharra, stendur til umleið 22.
Síðani kemur flokkurin Together, sum verður leiddur av Naftali Bennett og Yair Lapid, við umleið 14 tingsessum.
Bennett hevur leingi verið mettur sum sterkasti avbjóðarin hjá Netanyahu. Men nýggjastu veljarakanningarnar benda á, at Gadi Eisenkot nú er tann, sum hevur bestu møguleikarnar at gerast næsti forsætisráðharri – um Netanyahu ikki aftur megnar at varðveita valdið.

