Ólavsøkurøða løgmans 2026
Harra formaður.
Ein glotti fyri framman,
ytst í havsbrúnni hómast ljós.
Nú standið saman fólkið
og setið út í kort nýggja kós.
Vónríku orðini hjá M. C. Restorff hóska seg væl, nú farið verður inn í fyrsta tingárið eftir valið.
Nýtt løgting.
Nýtt landsstýri.
Nýggj kós er sett út í kortið.
Kósin, vit hava sett, skal fyrst og fremst styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum.
Samantvinna ung og eldri.
Styrkja røturnar, sum halda okkum saman og geva nýggjum spírum bestu umstøður at vaksa.
Endamálið er at finna varandi semjur, sum vit eru felags um.
Ikki bara nú, men í mong ár frameftir.

