Samleikin fær nýggja ávaring, sum skal gera svik torførari
Eitt nýtt trygdarstig verður tikið í nýtslu í Samleikanum, sum skal hjálpa tær at varnast talgilt svik, t.d. um teldusníkar royna at fáa atgongd til tín netbanka.
Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt.
Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.
Tá tú verður biðin um at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin.
Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir at fáa teg at góðkenna eina innritan við Samleikanum, skalt tú avlýsa hana.

