Sjúrður Skaale um kristin í Nigeria
Í juni vitjaði føroyski politikarin Sjúrður Skaale Nigeria, har hann mong kristin, sum høvdu verið fyri ymiskum sløgum av harðskapi.
Í donske sendingini Orientering á P1 greiddi hann 21. juli frá nøkrum av teimum persónligu søgunum, hann hoyrdi á ferðini. Á ferðini upplivdi hann eisini sjálvur, hvussu nær hann kom harðskapinum:
„Einaferð, meðan vit sótu og ótu, ringdi onkur til vertin hjá mær. Í heimbygd hansara vóru trý fólk júst vorðin burturflutt. Loysigjaldið var ov stórt til, at tey kundu gjalda tað.“
Hann greiddi eisini frá einari ungari mammu, sum misti mann sín undir einum álopi í desember 2025. Seinni varð hon sjálv burturflutt og varð fyri harðskapi og eyðmýking frá álopsmonnunum. Fyrst eftir fýra mánaðum varð hon og 13 onnur fólk latin leys móti loysigjaldi. Tá tey komu heim aftur, vóru bæði kirkjan og bygdin øll brend í grund.
Í flóttafólkalegum hitti Sjúrður Skaale mong kristin, sum vóru rikin burtur frá húsi og heimi.
„Tað eru ótrúliga nógvar konfliktir, men tey fólkini, eg havi hitt í flóttafólkalegunum, eru kristin, sum eru rikin heimanífrá vegna trúgv sína,“ greiddi hann frá í sendingini.
Samrøðan við Sjúrð Skaale varð fylgd upp av einari samrøðu við Niels Kastfelt, emeritus-lektara við Center for Afrikastudier á Keypmannahavnar Universiteti. Hann tók undir við sjónarmiðinum hjá Sjúrða um tann øgiliga harðskapin móti kristnum:
„Tær bólkarnir, sum hava samband við Boko Haram, Islamiska Statin ella ein av undirbólkunum hjá teimum, hava heilt greitt eina átrúnaðarliga dagsskrá. Teir vilja islamisera Nigeria, stovna eitt kalifat og innføra islamska sharia.“
Lurta eftir samrøðuni við Sjúrð Skaale og Niels Kastfelt í P1 her.
(Mynd: Frá framløguni hjá Open Doors av World Watch List 2026 á Christiansborg. V.m. Christian Bach úr Venstre og h.m. Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum.)
Kelda: OpenDoors Danmark
.

