Skótahjálpin: Ein dagføring úr Addis Ababa
Skótahjálpin hevur fingið eina dagføring úr Addis Ababa frá Tæn Afrika, har Skótahjálp varð latin í 2025.
Skótahjálpin lat pening til umvæling og dagføring av dreingjaheimi, men felagsskapurin gjørdi av at byggja nýtt dreingjaheim ístaðin.
Mett varð, at tað var ráðiligari at brúka peningin til nýbyggjarí, og tá verkætlanin er liðug, fer plássið bæði at hava eitt dreingjaheim og eitt gentuheim. Peningurin frá Skótahjálpini fór í felagspulju saman við øðrum stuðli fyri at røkka málinum.
Sum tit síggja á myndunum, er longu farið í gongd við at byggja, og frá Tæn Afrika frætta vit, at tey eru sera fegin um, at gongd er komin á byggjaríið.
Sera spennandi, og vit ynskja sjálvandi Tæn Afrika bestu eydnu við byggjarínum!



