Átrúnaður

Størsta standmynd í Europa av Mariu moy avdúkað í Póllandi

Ein risastór standmynd av Mariu moy varð avdúkað undir einari gudstænastu í pólska bygdini Konotopie, nær Toruń, leygardagin. Við sínum 55 metrum er hon nú størsta standmyndin av Mariu moy í Evropa.

Sjálv standmyndin er 40,6 metrar høg, meðan sokkulin er 15 metrar. Til samanberingar er hin kenda Kristus-standmyndin í Rio de Janeiro 38 metrar høg, tá sokkulurin er taldur við.

Tað er 75 ára gamli vinnulívsmaðurin Roman Karkosik, sum hevur latið byggja standmyndina. Hann er ein av ríkastu monnum í Póllandi.

Fólk í Konotopie vóna, at stóra Mariu-standmyndin fer at draga bæði ferðafólk og pílagrímar til bygdina. Men ikki øll eru eins fegin um nýggju standmyndina.

Dominikanamunkurin Paweł Gużyński hevur funnist hvassliga at standmyndini og kallað hana „King Kong“. Í samrøðu við týsku útvarpsstøðina Radio Z segði hann, at verkætlanin minnir um dansin um gullkálvin – ein tilvísing til frásøgnina í Bíbliuni um avgudadýrkan.

Hetta er tó ikki fyrsta risastóra átrúnaðarliga standmyndin í Póllandi. Í býnum Świebodzin hevur síðani 2010 staðið ein 36 metra høg standmynd av Jesusi. Hon varð fíggjað við innsavningum frá fólki.

Myndatekstur: Fólk savnast til gudstænastu og vígslu av risastóru standmyndini av Mariu moy í Konotopie nær Toruń. Standmyndin hevur fingið blandaða móttøku millum fólkið í Pólandi.

.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo