Stríðið um okkara uppmerksemi: Hvat hendir við trúnni?
Vit halda kanska, at sosialir miðlar eru ókeypis. Men gjaldið kann vera tað dýrasta, vit eiga – okkara uppmerksemi. Og tað kann eisini fáa avleiðingar fyri trúnna og kristnilívið.
Í bókini “Stolen Focus” lýsir Johann Hari tað, hann kallar eina „uppmerksemiskreppu“. Sambært honum eru vit ikki bara vorðin meira upptikin og lítið hugsandi, men vit liva í einum heimi, har sterkar kreftir beinleiðis kappast um okkara uppmerksemi.
Okkara uppmerksemi er gull vert
Sosialir miðlar kosta okkum vanliga ongan pening at brúka. Men tað merkir ikki, at teir eru ókeypis.
Okkara uppmerksemi er vorðið ein av teimum týdningarmestu tilfeingunum hjá tøknifyritøkum. Algoritmurnar eru fyrst og fremst gjørdar til at fáa okkum at steðga, trýsta, skrolla og brúka meira tíð á skíggjanum.
Meira tíð á skíggjanum merkir fleiri klikk og fleiri pengar hjá teimum, sum eiga pallarnar.
Okkurt má víkja
Avleiðingarnar síggjast longu. Fleiri kanningar vísa, at tann vanligi tannáringurin kann brúka fýra til fimm tímar um dagin á sosialum miðlum.
Tað merkir, at ein stórur partur av tíðini vit eru vakin, fer við skermnýtslu í sjónvarpi, teldu, fartelefon ella teldli.
Men vit hava ikki fingið fleiri tímar í døgninum. Tíðin, sum fer til skíggjan, má takast onkrastaðni frá.
Men hvørjum? Familjuni? Børnunum? Heilsuni? Vitanini? Skapanarevnunum?
Ella kanska bønini, trúnni og Bíbliuni?
„Eitt er neyðugt“
Longu í Lukasevangeliinum verður sagt frá líknandi avbjóðing.
Jesus vitjar systrarnar Martu og Mariu. Marta er upptikin av øllum tí praktiska, meðan Maria setur seg við føturnar á Jesusi og lurtar.
Tá Marta biður Jesus siga við Mariu, at hon skal hjálpa til, svarar hann: “Eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.“
Vit eru nógv, sum kenna okkum aftur í Martu. Vit hava nógv at gera, nógv at røkja og nógvar uppgávur, sum krevja okkara uppmerksemi.
Men hvussu vita vit, hvat veruliga hevur størstan týdning, tá so nógv allatíð rópar eftir okkum?
Tað, vit síggja, ávirkar okkum
Ein av teimum týdningarmestu spurningunum er, hvat og hvørjum vit eru hugtikin av.
Tí tað, vit brúka tíð og uppmerksemi upp á, er við at evna okkum so ella so.
Uppmerksemiskreppan kann tí eisini gerast ein trúarkreppa.
Um gongdin heldur fram, kunnu ung fólk, tá tey verða 80 ára gomul, hava brúkt 20–30 ár av lívinum framman fyri einum skíggja.
Hvørjar avleiðingar tað fær fyri eitt heilt ættarlið, vita vit ikki enn.
Men ein spurningur er ikki til at koma uttan um: Hvør ella hvat sleppur at evna og ávirka okkum?
Jesus sigur heilt einfalt: Tað týdningarmesta er at geva honum okkara uppmerksemi.
Tí um vit ikki lata Jesus ávirka og evna okkum, fer okkurt annað at gera tað.
Leysliga umsett úr norskum.

