Tá Adnan gjørdist kristin, misti hann alt
Adnan, sum vit av trygdarávum kalla hann, vaks upp í trúgvandi muslimskari familju í norðara parti av Jemen. Sum ungur gjørdist hann limur í Houthi-herinum og tók lut í krígnum, sum brast á í 2015.
„Eg bardist, drap og hevði eitt hart hjarta,“ sigur Adnan, sum seinni gjørdist vónbrotin av krígnum og øllum drápunum millum muslimar.
Hann gavst við bardaganum og lat upp ein handil fyri at fáa sær eina friðarligari lívsleið. Hann var tá giftur og átti ein son.
Fekk áhuga fyri kristindóminum
Á internetinum byrjaði Adnan at lesa um kristindómin og kom í samband við kristin á sosialum miðlum. Ein maður hjálpti honum serliga nógv at skilja kristnu trúnna, og orðini í Fjallaprædikuni rørdu hann djúpt.
Seinni hevði hann eina dreym, sum hann sjálvur upplivdi sum eina staðfesting av, at hann hevði funnið sannleikan.
„Eg gav lív mítt til Jesus,“ sigur hann.
Adnan byrjaði eisini at siga starvsfólkunum í handlinum um sína nýggju trúgv. Tveir teirra tóku eisini ímóti kristindóminum.
Konan kravdi hjúnaskilnað og Adnan misti alt
Men tá konan fekk at vita um trúarskiftið, broyttist alt. Hon fór frá honum og tók telefonina og fartelduna við sær. Stutt eftir kom løgreglan og handtók Adnan.
Hann varð settur í fongsul, har hann sigur seg hava verið fyri bæði sálarligari og likamligari píning.
Hann misti eisini næstan alt, hann átti: konuna, sonin, bilin, heimið, handilin og arvin. Síðani hevur hann ikki sæð son sín.
Tá hann kom úr fongslinum, royndu familja og grannar sambært Adnan at drepa hann, tí hann noktaði at venda aftur til islam. Tí noyddist hann at flýggja úr Jemen og kom til eitt annað land í Miðeystri.
Trúgvin er vorðin sterkari
Adnan hevur nú búð í nýggja landinum í fleiri ár. Lívið hevur ikki verið lætt, men hann sigur, at trúgvin á Jesus er vorðin sterkari.
„Eg veit ikki, um lívið nakrantíð verður lætt, ella um eg nakrantíð fái mína familju og son mín at síggja aftur. Men Harrin hevur givið mær eina andliga familju, og hann er mín himmalski faðir. Eg eigi ævigt lív, og eitt heim bíðar mær í himlinum,“ sigur hann.
Adnan sigur, at hann framvegis saknar sonin nógv og vónar, at hann hevur tað gott.
Myndin er, av trygdarávum, ein eftirgjørd mynd við ChatGPT.

