Samfelag

UEFA vil hava Infantino frá

UEFA hevur, sambært The Telegraph, givið FIFA-forsetanum Gianni Infantino eini greið kravboð: Legg frá tær – ella verða stig tikin fyri at fáa teg koyrdan frá.

Hóast FIFA hevur slept ætlanini um at selja partar av HM til privatar íleggjarar, hevur málið skapt djúpt misálit í UEFA.

Skal Infantino setast frá, mugu 43 limalond fyrst krevja eyka FIFA-fund. Síðani krevst meiriluti í leiðsluni, har minst 106 av teimum 211 limalondunum skulu atkvøða fyri at koyra hann frá.

Sambært The Telegraph fer UEFA nú at samstarva við onnur sambond um at leggja trýst á FIFA.

Um Infantino velur at halda fram, kann stríðið um leiðsluna halda fram fram til forsetavalið næsta ár.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo