Umleið 800 fólk eru deyð í náttúruvanlukkuni í Nepal
Umleið 800 fólk hava latið lív í herviligu náttúruvanlukkuni í markinum millum Nepal og Tibet, og fleiri enn 3.000 fólk eru framvegis saknað.
Í Nepal eru 2.502 fólk saknað, teirra millum 589 útlendingar. Í Tibet eru 16 funnin deyð, meðan 546 fólk eru saknað.
Í Nepal arbeiða bjargingarfólk framvegis við at bjarga meira enn 100 fólkum, sum eru innistongd í einum tunli við eitt vatnorkuverk í Rasuwa-landspartinum. Leygarkvøldið eydnaðist herinum at fáa eitt rør inn í tunnilin, so luft kundi verða pumpað inn í tunnilin.
Sunnudagin eydnaðist bjargingarfólki at bora, grava og sprongja fýra hol inn í tunnilin. Bjargingarfólk eru síðani lorað niður við reipi fyri at kanna støðuna hjá teimum innistongdu.
Arbeiðið er sera torført orsakað av nógvum regni, vaksandi vatnstøðu og tjúkkari, djúpari evju.
Vanlukkan hendi mikudagin, tá ein partur av einum jøkli rapaði og sendi eina ógvusliga evju- og vatnbylgju niður í dalin. Omanlopið var so ógvusligt, at amerikanski jarðfrøðiliga stovnurin USGS fyrst skrásetti tað sum ein jarðskjálvta, mátaðan til 4,4 á Richter-stiganum.
Nepalski uttanríkisráðharrin sigur, at endurbyggingin eftir vanlukkuna fer at kosta milliardir av dollarum, og hann heitir á altjóða samfelagið um hjálp.

