Ung kvinna misti 17 familjulimir í flóðvanlukkuni
Ein 20 ára gomul kvinna, sum yvirlivdi ógvusligu flóðvanlukkuna í marknaøkinum millum Nepal og Tibet, hevur mist 17 familjulimir.
Kopila Tamang greiðir frá hesum í samrøðu við amerikanska sjónvarpsrásina CNN, sum hevur vitjað økið, ið er hart rakt av vanlukkuni.
Millum tey, sum hon hevur mist, eru fleiri systkin, mamman, omman, mostur, systkinabørn og fleiri onnur í familjuni.
Flóðin oyðilegði húsini hjá familjuni í Rasuwa í Nepal, sum er eitt av teimum økjum, ið er harðast rakt av vanlukkuni.
– Eg sakni tey, sigur Kopila Tamang við sjónvarpsrásina CNN.

