Varðin hevði eitt gott ár
Varðin hevði eitt gott ár í 2025. EBITDA var 368,4 milliónir krónur, samanborið við 304,6 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið eftir skatt var 231 milliónir krónur, samanborið við 119 milliónir krónur í 2024.
Í 2025 vóru goldnar 132,5 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti. Seinastu 5 árini hevur Varðin goldið tilsamans góðar 612 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti.
Sæð yvir seinastu 5 árini, eru tilfeingisgjøld og skattur í miðal 47% av úrslitinum áðrenn tilfeingisgjald og skatt.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir fyri 2025 vóru 267,9 milliónir krónur, og felagið hevði áleið 350 fólk í starvi.
Lægri kvotur – hægri prísur
Hóast minni nøgd, hækkaði samlaða avreiðingarvirðið hjá uppsjóvarskipunum við 46 milliónum kr., til 634 milliónir kr. í 2025.
Veiðan hjá botnfiskaskipunum vísti stóra framgongd í 2025. Eftir fleiri ár við ringum úrslitum, høvdu skipini sera góðan fiskiskap í 2025, og harafturat vóru prísirnir á botnfiski sera góðir. Úrslitið í 2024 vísti eitt hall, ímóti einum yvirskotí á 3,4 milliónir kr. eftir skatt í 2025.
Framleiðsluvirkið Faroe Origin, sum Varðin eigur helvtina av, hevði somuleiðis eitt gott ár í fjør.
Hjá Faroe Marine Products er ringa gongdin vend. Virkið hevði í 2025 eitt úrslit á 4,4 milliónir kr.
Framhaldandi íløgur
Varðin hevði onga nýggja skipaíløgu í 2025, men í 2026 koma tveir nýggir frystitrolarar í flotan. Dunga Jákup, sum verður bygdur hjá MEST, verður latin seint í august, og Sjúrður Tollaksson, sum verður bygdur hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, verður latin umleið ein mánað seinni.
Samstundis heldur arbeiðið við verkætlanini Eyðabø fram. Fyrsti parturin við 24 leiguíbúðum í Norðragøtu verður liðugur á heysti 2026, og næsti parturin verður liðugur tíðliga í 2027. Tilsamans fyri skip og íbúðir er hetta íløgur uppá 426 milliónir krónur.


