Samfelag

Vatnflóð í Nepal: Minst 165 deyð og nær 1.000 saknað

Minst 165 fólk eru deyð, og nær 1.000 eru saknað eftir eitt ógvusligt skriðulop í Himalaja, sum førdi ís, grót og leiður oman í eina á, i markinum millum Nepal og Tibet og elvdi til øgiliga flóðaldu.

Nepalsku myndugleikarnir upplýsa, at 157 deyð eru funnin í Nepal, meðan 403 fólk eru saknað. Í Tibet eru 558 fólk saknað, sambært kinesiskum myndugleikum. Av teimum eru umleið 260 útlendingar.

Loftmyndir vísa stórar oyðileggingar. Vegir og brýr eru skolaðar burtur, hús liggja undir leiri. Fleiri vatnorkuverk eru eisini oyðiløgd.

Óttast nógv fleiri deyð

Bjargingararbeiðið er í gongd báðumegin markið, men tað er trupult at koma fram til summi av teimum harðast raktu økjunum.

Ein 68 ára gamal maður, sum varð bjargaður eftir vanlukkuna, sigur, at kona hansara varð tikin av alduni, tá tey royndu at sleppa sær upp á takið. Hon er framvegis saknað.

Meira enn 400 ferðafólk eru eisini saknað, harav fleiri hundrað útlendingar. Millum tey eru indiskir pílagrímar, amerikanarar, bretar, australiumenn og kanadiarar. Økið er á eini kendari ferðaleið til Kailash Manasarovar, sum er eitt heilagt stað hjá hindum.

Vandi fyri fleiri flóðaldum

Myndugleikarnir ávara um, at vandi framvegis er fyri fleiri flóðaldum. Í Tibet eru nærum 800 bjargingarfólk, 150 akfør, leitihundar og bátar sett inn í bjargingararbeiðið. Kinesiski forsetin Xi Jinping hevur givið boð um, at alt skal gerast fyri at finna og bjarga teimum, sum eru saknað.

Fyrstu fráboðanirnar bendu á, at ein jarðskjálvti kundi hava elvt til vanlukkuna. Seinni kanningar vísa tó, at tað helst var eitt stórt skriðulop av ísi og gróti, sum elvdi til flóðina.

Flóðin hevur eisini elvt til ávaringar í Norðurindia, har fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr teimum harðast raktu økjunum.