Veðrið komandi dagarnar
Eitt hátrýst mennist norðan fyri Føroyar og hevur við sær eitt veikt høgættarrák. Fyrst í vikuni fer eitt lágtrýst í útsynningi úr Íslandi fyrst at ferðast í landnyrðing, síðani í landsynning fram við Skotlandi. Eitt brúgvalag haðani rakar væntandi Føroyar týsdagin, og eftir hetta vantast høgætt yvir Føroyum restina av tíðarskeiðinum.
Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lítið lot millum eystan og landnyrðing, minni enn 5 m/s, sum frá líður norðan. Skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum mjørki ella sirm. Hitin 8 til 11 stig, í nátt niður í 5 stig í støðum.
Mánadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó kanska okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og í støðum regn, mest sunnanfyri. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 10 stig.
Kelda: Veðurstova Føroya
.

