Samfelag

Veðrið næstu dagarnar

Eitt lágtrýst vestanfyri Írland ferðast í landnyrðing meðan tað dýpist. Eitt brúgvalag haðani hevur regn og nakað av vindi við sær til Føroyar í dag og í morgin. Mánakvøldið er lágtrýstið beint vestan fyri Føroyum og ferðast í landsynning, hetta hevur við sær nógvan vind og regn. Mikudagin væntast ein hátrýstryggur at ferðast niður yvir Føroyar av útnyrðingi, og hevur góðveður við sær. Eftir tað eitt rák sunnan og av útsynningi við regni ella ælaveðri.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk vind sunnan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin veksur hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið sunnan og av landsynningi, 13 til 18 m/s. Um kvøldið hækkar hann í eystan og minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Hitin 9 til 14 stig.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum frá líður lækkar í útsynning. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin

Frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum sólglottar, men um kvøldið fer at regna. Hitin 8 til 13 stig.

Fríggjadagin

Frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 7 til 12 stig.

Kelda: Veðurstova Føroya