Veðrið næstu dagarnar
Køld og turr luft streymar av norði og landnyrðingi. Eitt lágtrýstøki, 1002 hPa, yvir Skandinavia stendur í stað og grynnist. Eitt annað lágtrýst, 1000 hPa, við Írland ferðast eystureftir og breiðir seg út norðureftir móti Føroyum. Eitt nýtt lágtrýst, 1001 hPa, seg upp við Hebridurnar, og ferðast norður móti Føroyum. Tað ferðast yvir Føroyum mánadagin og hevur við sær upp í hvassan vind av høgætt týsdagin og fram til mikudagin. Mikukvøldið legst eitt høgættarrák yvir Føroyar. Hósdagin nærkast eitt lágtrýst av vestri ið hevur við sær landsynning hósdagin, og lítlan vind av ymsum ættum fríggjadagin og leygardagin tá tað fer framvið.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn, í støðum grovt regn. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi og norði, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn. Um kvøldið slítur í, fyrst sunnanfyri. Um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Hitin 8 til 12 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina minkandi niður í lot til frískt lot, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt; um náttina okkurt ælið. Hitin 8 til 10 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn. Um kvøldið lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og regn. Hitin 9 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Hitin 9 til 12 stig.
Kelda: Veðurstova Føroya

