19 ára gamla Daniela: Gud bar meg ígjøgnum sorgina
KOLUMBIA: Daniela var bara 12 ára gomul, tá ið pápi hennara varð skotin. Sjey ár seinni kann hon staðfesta, at Gud hevur verið trúfastur ígjøgnum sorgina, og at hann brúkar søgu hennara til at styrkja onnur kristin.
Tá ið Daniela var 12 ára gomul, broyttist lívið fullkomuliga. Pápi hennara, presturin Plinio Salcedo Molina, varð skotin, meðan hann sat heima og hugdi at sjónvarpi.
Orsøkin var, at hann boðaði evangeliið í einum øki, sum var merkt av harðskapi og brotsmannaliðum. Hann royndi at geva fólki vón og vísa teimum aðrar leiðir enn eitt lív í kriminaliteti.
Sorgin rakti familjuna hart, og leingi vóru spurningarnir fleiri enn svarini.
»Tað er eitt undur, at eg ikki dumpaði í skúlanum. Eg druknaði í sorg,« sigur Daniela um tíðina eftir drápið.
Familjan fekk sálarliga hjálp og stuðul frá Open Doors, og spakuliga byrjaði eitt nýtt kapittul. Men saknurin hvarv ikki. Hvørja ferð Daniela sá onnur børn saman við pápa sínum, varð hon mint á tað, hon hevði mist.
Í fleiri ár stríddist hon við spurningin: Hví?
Men á einum fundi við nøkur týsk kristin fyrst í 2024 bað ein av teimum vitjandi fyri Danielu og bróður hennara, Sebastian. Tá ið bønin var liðug, teskaði hon:
»Kanska loyvdi Gud hesum fyri at verja framtíðina hjá pápa tykkara.«
Hetta setti nýggjar tankar í gongd hjá Danielu. Hon hevði ongantíð hugsað um tað á tann hátt. Fyri fyrstu ferð byrjaði hon at síggja, at Gud eisini kundi hava eina størri ætlan mitt í tí, sum gjørdi so ómetaliga ilt.
Sama dag fekk Daniela eisini at vita, at søga hennara verður brúkt til at eggja børnum og ungum til at halda fast við Jesus, eisini tá ið lívið er trupult.
Hetta broytti støðuna. Hon fór at hugsa øðrvísi. Tað, hon hevði verið ígjøgnum, brúkti Gud til at leiða onnur til Jesus.
»Tað er kanska ein av teimum truplastu mátunum at tæna Gudi upp á, men í tí løtuni kendi eg meg eydnusama. Gud brúkti mína søgu,« sigur hon.
Frá tí degi byrjaði byrðan, sum Daniela hevði borið í fleiri ár, at lætta. Pínan var har framvegis, men nú hevði hon fingið eina ávísa meining.
Hóast saknurin eftir pápanum framvegis er ein partur av lívi hennara, sær hon øðrvísi upp á framtíðina.
»Eg komi til Gud við øllum mínum stúranum, og eg síggi, hvussu hann syrgir fyri tí, eg havi tørv á. Gud er faðir mín. Hann er faðir teirra faðirleysu og verjin hjá einkjunum, soleiðis sum Bíblian sigur.«
Í dag arbeiðir Daniela sum grafiskur sniðgevi, og hon leitar eftir møguleikum at deila vitnisburð sín við fólkini rundan um seg. Trúgv hennara setur eisini síni spor á arbeiðsplássinum.
»Leiðarar mínir leggja nú altíð dent á at siga sannleikan, eisini tá ið teir mugu viðurkenna, at ein uppgáva er seinkað, tí vit høvdu ov nógv at gera,« sigur hon við einum smíli.
Daniela droymir um at arbeiða hart, so hon kann geva mammu síni eitt tryggari og betri lív. Hon vil menna seg sum grafiskur sniðgevi, keypa sær eina motorsúkklu og kanska ein dag lesa løgfrøði fyri at kunna hjálpa øðrum.
Ígjøgnum árini hava brøv, uppmuntranir og forbøn frá kristnum kring allan heimin verið ein stórur stuðul hjá Danielu og familju hennara. Fyri hana hevur tað verið ein ítøkilig áminning um, at Gud ongantíð hevur slept teimum.
»Eg upplivdi tað sum eitt klemm frá Gudi, sum minti meg á, at hann var har. Smáar heilsanir frá Gudi, sendar gjøgnum menniskju,« sigur hon við einum smíli.
Bið fyri Danielu
- Bið fyri Danielu, at Gud framhaldandi skal lekja hjarta hennara og leiða hana í tí kalli, sum hann hevur lagt á lív hennara.
- Bið fyri bróður hennara og mammu. Bið um troyst, styrki og uppihald frá Gudi í gerandisdegnum.
- Bið um verju og úthaldni fyri ung kristin í Kolumbia, serliga í økjum, har vápnaðir bólkar skapa ótta og trýst á tey kristnu.
Kelda: OpenDoors, Danmark

