Haraldur kongur er deyður
Haraldur, kongur í Noregi, er deyður, upplýsir norska kongshúsið. Haakon er nýggi kongur Noregs.
Lýsa landasorg í Noregi
Tað verður landasorg í Noregi fram til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, upplýsir norska stjórnin.
– Tað eru ongar greitt ásettar reglur um eina landasorg. Sorg er persónlig, og tørvur og ynski kunnu vera ymisk, tá tað snýr seg um at markera, at Harald kongur er farin, sigur Statsráðsskrivstovan í eini fráboðan.
– Vit mugu sum einstaklingar, familjur, lokalsamfeløg, arbeiðspláss, felagsskapir og sum land finna okkara egna hátt at syrgja og vísa samkenslu, verður sagt.
Forsætisráðharrin syrgir
– Eg vil, vegna stjórnina vísa sorg og samkenslu, nú vit hava fingið boðini um, at Haraldur V kongur er farin, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, við NTB.
– Tað er ein heil tjóð í sorg, og samstundis er tað eisini eitt fólk, sum í dag er takksamt. Eg vil nýta hetta høvið, so tíðliga henda fríggjamorgunin, at takka Haraldi kongi fyri hansara lívsstarv. Fyri alt tað, hann hevur havt at týða fyri norðmenn og fyri fólk kring alt landið, sigur Støre.
Forsætisráðharrin sigur, at hansara samkensla er hjá Sonju drotning og teimum nærmastu hjá konginum.
– Og so er hetta eisini ein dagur, har vit kunnu siga: „Kongurin er deyður. Leingi livi kongurin.“ Vit hava nú ein nýggjan kong, Haakon kong, og honum skulu vit taka, ímóti saman við Mette-Marit drotning, sigur Støre í samrøðu við NTB.
Støre greiðir frá, at seinasta samrøðan, hann hevði við Harald kong, var á ríkisráðsfundi 7. august.
– Vit sóu longu tá, at hann var merktur av sjúku, men tað var ein ríkisráðsfundur eftir tí leisti, sum hann altíð hevur havt á ríkisráðsfundum. Tað var tí seinasta fundurin, vit í stjórnini høvdu við hann.

