Samfelag

6. flokkur setti met við 176 fiskum

Att.O Xhh4hm4ihnnbtu9anomyfdvwdscgmctaegwn87ozw

Aftur í ár eru 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á floti við Westward Ho. Flokkarnir kappast um, hvør  fær flest fiskar, og um, hvør næmingur fær størsta fiskin.

Spentir og hugagóðir næmingar í 6. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt, vóru hósmorgunin 20. august túrin við Westward Ho og settu met við 176 fiskum. Higartil hevur metið verið 124 fiskar.

Síðani 2009 hevur tað verið fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir ein fiskitúr við Westward Ho. Á fiskitúrinum læra næmingarnir nakað um sjógv og fiskiskap.

Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við á túrin og tí møguleikanum høvdu fleiri eisini tikið av hósdagin. 

Túrarnir í ár eru í tíðarskeiðnum 14. august til 2. september.