Vinnan

Fyrsti nýbygningurin hjá Navigare Shipping kemur leygardagin

Leygardagin 29. august klokkan 11 verður almenn móttøka í Søldarfirði, tá nýggja farmaskipið Hav Leiti kemur á Søldarfjørð. Skipið er fyrsti nýbygningurin hjá Navigare Shipping í nærum 60 ára longu søgu felagsins.

Dagurin verður sostatt ein søguligur varði fyri reiðaríið, sum í ár eisini hátíðarheldur 60 ára stovningardag.

Hav Leiti er fyrsta av fýra nýggjum skipum, sum Navigare Shipping hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini trý skipini verða latin reiðarínum seinni í ár og í komandi ári.

Minni útlát fyri hvørt tons

Nýggja skipið er eisini eitt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Hav Leiti kann flyta størri nøgdir av farmi og hevur samstundis lægri oljunýtslu. Tað merkir, at útlátið fyri hvørt flutt tons verður munandi lægri enn hjá øðrum skipum hjá reiðarínum.

Nýggju skipini skulu styrkja kappingarførið hjá Navigare Shipping og samstundis geva felagnum betri møguleikar at bjóða kundum meira burðardyggan flutning. Eisini verða umstøðurnar hjá manningini munandi betri.

Almenn móttøka

Í sambandi við komu Hav Leita verður almenn móttøka í Søldarfirði leygardagin 29. august klokkan 11.

Á skránni verða røður og hornorkestur, og høvi verður hjá almenninginum at koma umborð og síggja nýggja skipið. Ábit verður eisini at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.