Smyril Line nýtt farmaskip
Smyril Line hevur nú fingið handað nýggja farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles-skipasmiðjuni í Yantai í Kina.
Skipanes er tað fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro-farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Nýggju skipini eru partur av eini størri íløgu, sum skal endurnýggja og framtíðartryggja flotan hjá felagnum.
– Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.
Við handanini er Skipanes nú klárt at fara undir ferðina úr Kina og heim til Norðuratlantshavið.
Smyril Line fer seinni at kunna nærri um, nær skipið kemur til Føroya, og nær tað fer undir regluliga sigling.




