Samfelag

Fleiri hundar enn børn í 15 europeiskum londum

Fleiri og fleiri evropearar velja hundar og kettur sum familjulimir, samstundis sum føðitíttleikin fellur í nógvum londum.

Ein nýggj uppgerð vísir, at nú eru umleið 306 milliónir húsdjór í Europa, og næstan helvtin av øllum húsarhaldum hevur minst eitt húsdjór. Til samanberingar eru umleið 115 milliónir børn í Evropa.

Í Portugal eru fleiri hundar enn børn undir 15 ár. Í 2024 vóru yvir 3 milliónir hundar, samanborið við umleið 1,4 milliónir børn.

Portugal, Ungarn, Slovakia, Pólland og Malta liggja fremst, tá hugt verður at muninum millum talið á hundum og børnum.

Færri børn – fleiri húsdjór

Samstundis sum talið á húsdjórum hækkar, lækkar føðitíttleikin í fleiri europeiskum londum. Í Týsklandi er talið á børnum, fyri hvørja kvinnu, fallið úr 1,61 til 1,32 seinastu fimm árini.

Í Noregi vóru 1,48 børn fyri hvørja kvinnu í 2025. Tað er ein lítil vøkstur samanborið við árið fyri, men talið er framvegis søguliga lágt.

Í Noregi eru í dag umleið 962.000 fólk undir 15 ár, meðan talið á hundum og kettum er munandi hægri: umleið 585.000 hundar og 620.000 kettur eru í norskum húsarhaldum.

Ein serfrøðingur frá Veterinærinstituttinum í Wien vísir á, at húsdjór, serliga hundar og kettur, hava fingið eina sterkari støðu í samfelagnum – bæði kensluliga og moralskt.

9 milliónir tons av djórafóðri

Talið á húsdjórum merkir eisini stóran eftirspurning eftir djórafóðri. Í 2024 vóru, sambært FEDIAF, umleið 111 milliónir kettur, 91 milliónir hundar og 44 milliónir fuglar í europeiskum heimum, umframt kaninir, fiskar og skriðdjór.

Tilsamans verða seld nærum 9 milliónir tons av djórfóðri um árið í Europa.

Tølini vísa eina áhugaverda, men eisini stóra broyting, í evropeiskum familjulívi: meðan talið á børnum minkar í nógvum londum, gerast húsdjór ein alsamt størri partur av gerandisdegnum hjá fólki.

.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo