Vinnan

Nýtt skip til SANDSHIP í Fuglafirði

SANDSHIP hevur fingið eitt nýtt skip í flotan. Vón Arctic skal flyta alifóður millum Norra, Ísland og Skottland – við eini nýggjari skipan, sum skal minka munandi um oljunýtsluna og CO₂-útlátið.

Nýggjasta skipið hjá SANDSHIP, Vón Arctic, er nú komið í flotan. Skipið hevur tikið fyrstu lastina av alifóðri hjá BioMar í Norra og siglir nú til Íslands, har fóðrið skal lossast.

Avtala er gjørd um regluliga sigling millum Norra, Ísland og Skottland við alifóðri, og verður Vón Arctic sostatt ein partur av hesum flutningi framyvir.

Skipið er bygt í 2010 og hevur lastaevni á umleið 2.500 tons av fiskafóðri.

Nýggj tøknilig skipan skal spara olju

Í sambandi við, at Vón Arctic er komið í flotan, hevur skipið fingið eina nýggja og nýmótans spariskipan frá Emerson ísetta. Skipanin stýrir motorinum og skrúvuni soleiðis, at skipið, í mest møguligan mun, siglir við lægsta møguliga CO₂-útláti.

Íløgan er umleið 2 milliónir krónur, men væntast at geva eina munandi sparing í rakstrinum. Sambært SANDSHIP kann oljunýtslan minkast við 10–20 prosentum um árið.

Hetta ger Vón Arctic til eitt av teimum meira umhvørvisvinarligu fóðurskipunum á marknaðinum, tá hugt verður at CO₂-útláti í mun til nøgdina av alifóðri, sum verður flutt.

Sætta skipið hjá SANDSHIP

Við Vón Arctic hevur SANDSHIP nú seks skip í flotanum. Hini eru Vón Feeder, Vestland, Vitin, Vestborg og Sandfrakt.

Sostatt heldur felagið í Fuglafirði fram við at byggja upp sítt virksemi innan sjóvegis flutning, og serliga innan flutning av alifóðri.

75 ár við skipum, sandi og skerv

SANDSHIP hevur røtur aftur til 1949, tá ið P/F Sandgrevstur varð stovnað. Síðani tá hevur felagið fingist við at reka skip og selja sand og skerv.

Í 2019 fekk fyritøkan nýggjan samleika: SANDSHIP. Í dag eigur og rekur fyritøkan farmaskip og hevur høvuðsskrivstovu í Fuglafirði. Gordon Martin Midjord, er nevndarformaður og Jørgin Jacobsen er stjóri.

Sand- og skervsølan heldur til á Sundi, meðan felagið eisini hevur ein stóran goymslubygning á Toftum.

Ein stórur partur av virkseminum er søla og flutningur av rávørum til framleiðslu av betong og asfalt. Harumframt fevnir virksemið um fleiri aðrar vinnugreinar.

Høvuðsøkini hjá SANDSHIP eru í dag:

  • Sjóvegis flutningur við egnum og innleigaðum skipum
  • Søla av tilfari til betong- og asfaltframleiðarar, entreprenørar, einstaklingar og onnur
  • Sand- og ralpump­ing
  • Logistikkur av alifóðri
  • Agentvirksemi

Umleið 90 fólk starvast í løtuni hjá SANDSHIP, við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, sum við nýggja Vón Arctic heldur fram at menna virksemið innan sjóvegis flutning og logistikk.

Myndir: Torleif Johannesen

.

.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo