Iran ávarar grannalondini móti at stuðla USA
Iranski trygdarráðgevin Mohsen Rezaei hóttir grannalond við hørðum mótálopi, um tey taka undir við amerikonskum tiltøkum móti iranska búskapinum.
Mohsen Rezaei, sum fyrr í hesum mánaðinum varð settur sum leiðari fyri hægsta tjóðartrygdarráðið í Iran, ávarar grannalondini móti at stuðla USA í tí, hann kallar eitt búskaparligt kríggj móti Iran.
Sambært Rezaei fer Iran at raka aðrar leiðir fyri oljuútflutningi úr Persaflógvanum, um grannalondini taka undir við amerikonsku tiltøkunum.
– Um Trump ynskir at gera nakað, fara vit at svara aftur á ein hátt, sum fer at skaka heimin, segði Rezaei í eini samrøðu við almenna iranska sjónvarpið leygardagin.
Hann gjørdi samstundis greitt, at lond, sum stuðla amerikonsku tiltøkunum, verða mett sum fíggindar av Iran.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur seinastu vikuna boðað frá tí, hann lýsir sum eitt óhoyrt stig av búskaparligum trýsti og avbyrging av Iran.
Samtíðis roynir Egyptaland at fáa nýggjar samráðingar í lag millum Iran og USA. Egyptiski uttanríkisráðharrin Badr Abdelatty og iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi, umrøddu leygardagin møguleikarnar fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
Iran og Irak upplýsa harumframt, at nøkur skip við irakiskari olju hava, fingið loyvi at sigla gjøgnum Hormuzsundið. Tað er tó ógreitt, hvussu nógv skip talan er um, og um Iran hevur fingið nakað afturfyri.
Hormuzsundið er ein týðandi siglingarleið fyri heimsins oljuútflutning, og møguligar avmarkingar har kunnu tí fáa stórar avleiðingar fyri oljumarknaðin og altjóða búskapin.

