Altjóða gransking: Fyrigeving kann økja um trivnað
Ein stór altjóða kanning bendir á, at fólk, sum ofta fyrigeva øðrum, eisini hava størri trivnað. Granskarar hava fylgt meira enn 200.000 fólkum í 23 londum.
Hvussu ofta fyrigevur tú teimum, sum hava sært teg?
Tað var ein av spurningunum, sum meira enn 200.000 fólk í 23 londum fingu í einari stórari altjóða kanning. Samstundis savnaðu granskararnir upplýsingar um trivnað, bakgrund og fíggjarligar og sosialar umstøður hjá luttakarunum.
Eitt ár seinni varð trivnaðurin hjá teimum kannaður aftur.
Úrslitini vísa, at fólk, sum søgdu seg ofta fyrigeva øðrum, eisini søgdu seg hava størri trivnað. Tað skrivar danska heimasíðan Videnskab.dk, sum vísir til granskingina, ið eisini er umrødd á norsku forskning.no.
Fyrigeving kann fyribyrgja beiskleika
Granskararnir ávara tó um, at tað ikki ber til at staðfesta, at tað beinleiðis er fyrigevingin, sum hevur elvt til betri trivnað. Aðrar umstøður kunnu eisini hava ávirkað úrslitið.
Hans Henrik Knoop, danskur granskari innan trivnað og jaliga sálarfrøði, metir tó, at kanningin er bæði góð og álítandi. Hann vísir á, at fleiri aðrar kanningar eisini hava víst ein samanhang millum fyrigeving og trivnað.
– Tá ein megnar at fyrigeva øðrum, sleppur ein undan beiskleika og fær møguleika at læra nakað nýtt í staðin fyri at verða hangandi fastur í einum trauma, sigur Knoop.
Hann leggur tó dent á, at fyrigeving skal vera sjálvboðin. Tað er ikki rætt at trýsta fólk at fyrigeva, og fyrigeving merkir heldur ikki, at ein skal nokta ella gloyma tað, sum hevur gjørt tær ilt.
Munur á londum
Kanningin vísir eisini stóran mun á, hvussu fólk í ymiskum londum síggja upp á fyrigeving.
Fólk í Nigeria, Egyptalandi og Indonesia vóru sambært kanningini tey, sum oftast fyrigóvu øðrum. Í hinum endanum vóru fólk í Japan og Turkalandi.
Sambandið millum fyrigeving og trivnað var tó ikki eins sterkt í øllum londunum. Áhugavert er, at jaliga ávirkanin av fyrigeving var minst í teimum londunum, har fólk vóru mest fyrigevandi.
Fyrigeving verður uppfata ymiskt
Granskararnir vísa eisini á, at hugtakið fyrigeving verður tulkað ymiskt alt eftir mentan og samfelagi.
Í summum katólskum londum er fyrigeving fyrst og fremst eitt týdningarmikið átrúnaðarligt hugtak. Í meira sekulerum vesturlondum verður fyrigeving hinvegin ofta mett sum ein filosofiskur ella sálarfrøðiligur háttur at fáa tað betri við seg sjálvan.
Sambært granskingini kann fyrigeving sostatt hava týdning fyri trivnaðin, men tað er avgerandi, at hon kemur innanífrá og ikki verður trýst niður yvir tann, sum hevur verið fyri órætti.
Matteus 18, 21-22: “Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?» Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir.”

