Samfelag

Veðrið næstu dagarnar

Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjarnar gongur í landnyrðing upp ímóti Noregi. Lýggj luft rekur fyrst sunnaneftir ímóti Føroyum, tó sum frá líður av landsynningi inn í komandi viku. Miðskeiðis í komandi viku væntast hátrýstið at liggja yvir Norðurskandinavia, og hetta væntast at hava við sær eitt vindruák eystaneftir yvir Føroyum. Samstundis væntast eitt lágtrýst at liggja beint vestan fyri Frakland, og brúgvaløg haðani væntast at raka Føroyar hósdagin og fríggjadagin.

Mánadagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, yvirhøvur turt og smáskýggjað. Hitin 10 til 15 stig.

Týsdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt, tó í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.

Mikudagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum tám og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, minkandi niður í lot, minni enn 5 m/s. Samdrigið, mjørki og stundum regn ella ælaveður. Hitin 11 til 16 stig.

Kelda: Veðurstova Føroya

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo