Politikkur

Ísland: Nei-síðan sær út til at vinna

Uppteljingin eftir ta sera spennandi fólkaatkvøðuna á Íslandi bendir nú á, at meiriluti er ímóti at taka uppaftur samráðingarnar um ES-limaskap.

Íslendingar skuldu leygardagin svara einum einfaldum spurningi: ja ella nei til at taka uppaftur samráðingarnar um limaskap í ES.

Uppteljingin hevur verið sera jøvn, og leingi var tað ja-síðan, sum hevði munin. Men sunnudagin vendi gongdin, og nú hevur nei-síðan fingið eina greiðari leiðslu.

Tá fleiri enn 187.000 atkvøður vóru taldar, hevði nei-síðan fingið 99.037 atkvøður, meðan 89.459 høvdu atkvøtt ja. Tað svarar til 52,5 prosent ímóti og 47,5 prosent fyri.

Endaligu, almennu verða væntandi klár umleið klokkan 13 sunnudagin føroyska tíð.

Munurin millum síðurnar er vaksin við hvørjari nýggjari uppteljing. Valserfrøðingurin hjá íslendska kringvarpinum RÚV metir tí, at nógv bendir á, at nei-síðan fer at standa sum vinnari.

Umleið 270.000 fólk høvdu atkvøðurætt á Íslandi, og valluttøkan sær út til at verða sera høg.

Stórur munur er á úrslitinum millum útjaðaran og býirnar. Á bygd stendur nei-síðan væntandi sterk, og tað eru vanliga atkvøðurnar haðani, sum verða taldar fyrst. Tó býr meginparturin av íslendska fólkinum í býunum, har fleiri vanliga taka undir við ES-limaskapi.

Tí kunnu seinastu atkvøðurnar úr teimum stóru býunum hava týdning fyri endaliga úrslitið.