Íslendingar siga nei til ES-samráðingar
Íslendingar hava sagt nei til at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan var sera tøtt, men at enda vann nei-síðan við 52,5 prosentum av atkvøðunum móti 47,5 prosentum fyri.
Tey, sum atkvøddu nei, vóru sløk 10.000 fleiri enn tey, sum søgdu ja.
Úrslitið vísir eina tjóð, sum er nógv býtt í spurninginum um ES. Í høvuðsstaðnum Reykjavík var greiður meiriluti fyri at taka samráðingarnar uppaftur, men uttan fyri høvuðsstaðin vann nei-síðan í fleiri valdømum.
Í Íslandi búgva nærum 400.000 fólk.
Eftir at úrslitið varð greitt, heitti íslendska forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, á íslendingar um at standa saman.
Hon sigur seg vóna, at fólkaatkvøðan ikki fer at klýva tjóðina.
Við úrslitinum er greitt, at Ísland ikki fer at taka samráðingarnar við ES uppaftur.

