Løgmaður: Logningin er eitt neyðugt inntriv
Landsstýrið ætlar at seta eina nýggja skipan fyri logning í gildi í Føroyum, sum skal geva politinum betri møguleikar at uppklára talgild brotsverk.
Beinir Johannesen, løgmaður, viðurkennir, at skipanin ber brá av hópyvirvøku. Sambært honum er tó talan um eitt avmarkað og væl avvigað inntriv, tí upplýsingarnar skulu fyrst og fremst brúkast í sambandi við ítøkiligar løgreglukanningar.
Ætlanin er at seta eina danska kunngerð um logning í gildi her á landi. Tað merkir, at føroysku telefeløgini skulu savna og goyma ávísar upplýsingar um netnýtslu í eitt ár.
Ein týdningarmikil partur av skipanini er, at politiið skal kunna brúka upplýsingarnar til at knýta eina IP-adressu til ein ávísan brúkara. Hetta kann hava týdning í kanningum av talgildum brotsverkum, eitt nú kynsligum brotsverkum og fíggjarligum sviki.
Dátueftirlitið hevur víst á, at skipanin í veruleikanum er ein formur fyri hópyvirvøku, tí upplýsingarnar verða savnaðar um brúkarar, uttan at teir frammanundan eru undir illgruna.
Løgmaður er samdur í, at talan er um hópyvirvøku, men leggur dent á, at politiið ikki fær fría atgongd til upplýsingarnar. Sambært ætlanini skal ein dómari góðkenna, at politiið fær innlit í dátuni.
Enn eru tó eingi tøl løgd fram, sum vísa, hvussu nógv nýggja skipanin væntandi fer at bøta um arbeiðið hjá politinum við at uppklára talgild brotsverk.

