Pensjónistafelag vil hava eldrakekk eftir danskari fyrimynd
Lágløntir pensjónistar í Føroyum eiga at fáa eitt serligt ískoyti, sum líkist eldrakekkinum í Danmark. Tað heldur Áhugabólkur pensjónista.
Á fundi við trivnaðarnevnd Løgtingsins hevur áhugabólkurin lagt fram síni sjónarmið um orkuískoytið. Bólkurin tekur undir við uppskotinum hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi um at hækka orkuískoytið í ár, men heldur samstundis, at mørkini fyri, hvussu nógv pensjónistar kunnu eiga, eru sett ov lágt.
Áhugabólkurin mælir í staðin til, at Løgtingið fer undir eina skipan við eldrakekki ella pensjónskekki eftir danskari fyrimynd. Skipanin skal fevna um lágløntar fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar.
26.000 krónur um árið
Í Danmark fáa lágløntir fólkapensjónistar eitt eldrakekk á 26.000 krónur um árið, um ognin hjá teimum er minni enn 108.000 krónur.
Áhugabólkurin heldur, at ein líknandi skipan í Føroyum kundi givið teimum pensjónistum, sum hava minst at liva fyri, eina munandi betri fíggjarliga støðu.
Á fundinum varð eisini víst á møguleikan at lata fyritíðarpensjónistar fáa útgoldið óbrúktan fyritíðarpensjónsfrádrátt. Sambært áhugabólkinum kundi tað eisini gjørt stóran mun hjá hesum bólki.
Vil hava átøk longu í 2027
Áhugabólkur pensjónista vísir á, at summar pensjónir liggja fleiri túsund krónur undir markinum fyri fátækraváða.
Uppskotið hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi um hægri orkuískoyti er tó bert ætlað at galda fyri árið í ár. Tí heldur áhugabólkurin, at politiska arbeiðið við varandi loysnum má byrja beinanvegin.
Bólkurin mælir tí til, at átøk fyri pensjónistar verða tikin upp aftur og gjørd til ein part av fíggjarligu raðfestingunum fyri 2027.
.

