LOGOS HOPE Í FØROYUM í 2026
Heimsins størsti flótandi bókahandilin – Logos Hope – kemur til Føroya tann 27. august og liggur fyrst eina viku í Tórshavn og síðani eina viku í Klaksvík.
Nógv ymisk tiltøk verða umborð, har einstaklingar, skúlaflokkar, samkomur og onnur, sum hava hug, kunnu luttaka.
Forvitnisliga bókasølan við bókum úr øllum heiminum verður sjálvandi eisini opin.
Fylg við her. Nærri skrá kemur, sum dagarnir nærkast!

