Samfelag

Ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum og fleiri mál í Klaksvík

Eitt ferðsluóhapp hendi í gjár á Kaldbaksvegnum, stutt sunnan fyri tunnilsmunnan við Kollafjarðartunnilin.

Ein bilur fór út av vegnum og fekk stóran skaða. Tvey fólk vóru í bilinum. Førarin slapp sjálvur út, men hurðin frammanfyri hjá ferðafólkinum fekkst ikki upp, og tí tók tað eina góða løtu at fáa viðkomandi úr bilinum. Tað eydnaðist tó at fáa ferðafólkið út gjøgnum førarahurðina.

Løgreglan veit enn ikki, hví bilurin fór út av vegnum.

Sjúkrabilar komu á staðið og fluttu bæði fólkini á Landssjúkrahúsið. Tey høvdu tó bert fingið smásnuddir.

Fleiri skaðar á bilar í Klaksvík

Í Klaksvík fekk ein parkeraður bilur eisini skaða. Løgreglan veit tó ikki, hvussu skaðin er komin á bilin.

Harumframt varð forrúturin á einum øðrum bili brotin. Heldur ikki í hesum málinum veit løgreglan, hvør hevur brotið rútin, ella hví og hvussu tað er hent.

Skuldsettur fyri rúsevnakoyring

Mitt í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara í Klaksvík. Førarin er skuldsettur fyri at hava koyrt bil ávirkaður av rúsevnum.

Annars fekk løgreglan fleiri fráboðanir í gjár og í nátt um bilar, sum vóru parkeraðir so illa í Klaksvík, at teir forðaðu fyri ferðsluni.

Løgreglan minnir í hesum sambandi á, at fólk eiga at hugsa seg væl um, tá ið tey seta bilin frá sær, so hann ikki verður til ampa ella forðar fyri aðrari ferðslu.

.

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo