Samfelag

Tiltak í samband við partvísu sólarmyrkingina 12. aug. 2026

Innbjóðing til tiltak í samband við partvísu sólarmyrkingina 12. aug. 2026.

Mikukvøldið 12. august 2026 um kl. 18:54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík.

Í Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 og endar kl. 20:00, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69.

Í Klaksvík verður tiltakið ,um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30.

Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54.

Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey ið ikki hava sjálvi.

Á tiltakinum verður eisini greitt frá hví sólarmyrkingar eru, eins og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum.

Sí annars greinina Partvíds sólarmyrking um ein mánað.

Animatión: Leiðin hjá Sólarmyrkingini 12. august 2026.
Animatión: Leiðin hjá Sólarmyrkingini 12. august 2026.
Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir Vestureuropa.
Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir Vestureuropa.
Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir norðaru jarðarhálvuni.
Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir norðaru jarðarhálvuni.

 Myndir: Space.com

Kelda: vedur.fo

FREGNA.FO

Eigari av Fregna.fo