Mastrarhvalur við deyðum kálvi
Í juli 2018 átti mastrarhvalur (bóghvítuhvalur) ein kálv (unga), sum bert livdi í umleið 30 minuttir.
Næstu 17 dagarnar bar mastrarhvalurin tann deyða kálvin yvir 1.600 kilometrar um hav. Hon kom ferð eftir ferð upp úr sjónum fyri at halda unganum uppi og vildi ikki kava.
Hon varð skrásett bera kálvin meira enn tvær vikur. Aðrir limir í flokkinum svumu við síðuna av henni.
Dømi um hvalir og delfinir, sum bera deyð avkom, eru skrásett hjá í minsta lagi níggju sløgum av delfinum og hvalum – eisini grindahvalum.
Vísindafólk kjakast enn um, hvørt hetta kann tulkast sum sorg í eini neurologiskari ella kensluligari merking, sum kann samanberast við sorg hjá menniskjum. Tað, sum eingin veruligur ivi er um, er sjálv atferðin hjá heum djórununum, at halda kropsligt samband við deyða avkomið í langa tíð, stundum við stórari orkunýtslu, og tey tykjast gera tað uttan mun til, hvussu langt er frálíðið.
Sorgargongdin hjá hesum mastrarhvalinum fekk stóran altjóða ans í 2018. Í 2020 átti hon aftur ein kálv, sum var frískur.
Sí video niðanfyri…

