USA: Ítøkilig ætlan um at enda Ukraina-kríggið
USA hevur lagt fram ítøkilig uppskot um, hvussu kríggið í Ukraina kann enda. Tað upplýsir Hvítu húsini eftir ein fund millum russiska forsetan Vladimir Putin og amerikansku sendimenninar Steve Witkoff og Jared Kushner í Moskva.
Á fundinum vórðu „ítøkiligar ætlanir um næstu stigini“ umrøddar. Sambært Hvítu húsunum verða fleiri upplýsingar kunngjørdar komandi vikurnar.
Russiski uttanríkispolitiski ráðgevin Jurij Usjakov sigur, at samrøðurnar vóru ítøkiligar, jaligar og týdningarmiklar, men hann vildi ikki avdúka, hvat ítøkiliga stóð í uppskotunum.
Sunnudagin skulu Witkoff og Kushner hitta ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj í Kyiv. Russland hevur í hesum sambandi boðað frá einum steðgi í álopunum á býin í tríggjar dagar.
Donald Trump hevur sagt, at hann vónar at samráðingarnar kunnu bera á mál.
– Tað er góður møguleiki fyri, at vit megna tað, segði Trump fríggjadagin.

