Átrúnaður

Norður Korea nr.1

Norðurkorea heldur fram við at liggja ovast á World Watch Listanum.

Landið er framvegis eitt av teimum ræðuligastu einaræðisstýrunum í heiminum, og eingin broyting er hend í almennu støðuni við forfylging.

Kristindómur hevur framvegis onki pláss í Norðurkorea, og sjálvt tann minsta ábendingin um at tilbiðja Jesus kann fáa oyðileggjandi avleiðingar fyri tey kristnu..

Í 2025 styrkti Norðurkorea sínar hernaðarligu førleikar, hevði avmarkað samskifti við onnur lond á diplomatiskum øki og gjørdi átak innan ferðavinnu. Kortini er dagliga lívið hjá borgarunum framvegis sera hart.

Jesus fylgjarar liva undir støðugari kúgan og eru í støðugum lívsvanda. Og mong eru fongslað og verða pínd regluliga.

  • Bið fyri støðuni í Norður Korea.
  • Bið fyri teimum kristnu, sum verða forfylgd.