Rænd úr kirkjum í Kaduna-økinum, í Nigeria, váttað
Íbúgvar í eini bygd í Kaduna-økinum hava váttað fyri tíðindamiðlinum Truth Nigeria, at 177 kristin vórðu rænd úr trimum kirkjum sunnudagin (18. januar), eftir at myndugleikarnir royndu at forða atgongd og steðga upplýsingum um tað sum har hendi.
Samrøður við kirkjuleiðarar, fólk, sum sluppu leys og aðrar leiðarar í Kurmin Wali í Kajuru-økinum, vístu Truth Nigeria, at 11 av teimum rændu seinni sluppu til rýmingar, og at 166 kristin framvegis eru í fangar.
Hetta hendi eftir álopi frá fulani-bólkum á tvær Cherubim og Seraphim-kirkjur og ein sunnudagsskúlaflokk hjá Evangelical Church Winning All (ECWA).

