Óhugnaligt sakarmál í Týsklandi: 39 lík grivin upp
Ein sjúkrarøktarfrøðingur er dømdur fyri at hava dripið tíggju sjúklingar og roynt at drepa 27 aðrar. Men týskir myndugleikar kanna nú meira enn 120 aðrar møguligar drápstilburðir, sum kanska kunnu knýtast at manninum.
Týskir ákærumyndugleikar kanna í løtuni meira enn 120 mál, sum kunnu hava samband við ein 45 ára gamlan sjúkrarøktarfrøðing, sum í november í fjør varð dømdur fyri dráp á tíggju sjúklingar.
Í sambandi við víðkaðu kanningarnar eru higartil 46 lík grivin upp, so rættarlæknar kunnu gera nærri kanningar. Av hesum eru 39 lík funnin í Aachen-økinum, meðan sjey eru funnin í Köln.
Sjúkrarøktarfrøðingurin varð í november 2025 dømdur fongsul fyri lívið, eftir at hann varð funnin sekur í at hava dripið tíggju sjúklingar og roynt at drepa 27 aðrar.
Drápini fóru fram á einum sjúkrahúsi í býnum Würselen nærindis Aachen í vestara parti av Týsklandi. Sambært dóminum gav maðurin sjúklingunum deyðiligar ovurskamtir av stillandi ella pínustillandi heilivági – ella báðum.
Málini, sum hann varð dømdur fyri, fóru fram frá desember 2023 til mai 2024. Men maðurin hevði arbeitt á sjúkrahúsinum síðani 2020.
Tí kanna myndugleikarnir nú eisini møgulig mál, sum liggja longri aftur í tíðini. Kanningarnar fevna í løtuni um tíðarskeiðið frá september 2022 og fram til tey drápini, sum longu eru staðfest. Sambært dpa kann hetta merkja, at talið á møguligum málum kann vaksa enn meira.
Arbeiddi eisini í Köln
Áðrenn maðurin byrjaði at arbeiða á sjúkrahúsinum í Aachen, arbeiddi hann á einari sjúkrahúsi í Köln. Tí fevna kanningarnar eisini um sjúklingar, sum doyðu har.
Í alt eru 46 lík higartil grivin upp sum partur av kanningunum. Endamálið er, at finna møgulig rættarlig prógv, sum kunnu varpa ljós á, um fleiri deyðsføll kunnu setast í samband við tann dømda sjúkrarøktarfrøðingin.
Sostatt kanna týskir myndugleikar nú meira enn 120 mál, samstundis sum rættarmálið móti manninum longu hevur ført til lívlangt fongsul fyri tíggju dráp og 27 drápsroyndir.
Kelda: dpa

